140x140

Heima og í urtagarðinum

At halda húsini ella íbúðina reina, og at hava ein væl røktan urtagarð hevur týdning fyri nógv. Vøruúrvalið er fjølbroytt, alt frá reingerðarevnum til ókrútstýnarar, og við tíðini eru alt fleiri vørur vorðnar meiri umhvørvisvinarligar. Tó eru enn nógvar vørur á handilshillunum, ið ein skal ansa eftir og avmarka nýtsluna av, ella heilt halda seg burtur frá. 

Hyggjuráðini eru at spyrja eftir vørum, sum eru merktar við antin Svananum ella Blómuni, ella á annan hátt tryggja sær, at vøran ikki inniheldur kemisk evni, ið eru skaðilig fyri heilsuna ella umhvørvið. Røtt burturbeining hevur eisini stóran týdning. 

 

Vit tú vita meira?
Um tú hevur spurningar um kemisk evni í vørum, so ring til Umhvørvisstovuna, tlf. 342400, ella skriva til okkara á us@us.fo

Heima og í urtagarðinum